Sambandsflokkurin bjóðar NÝTT SAMBAND

Komandi amerikanski forsetin hevur sett alla verðina upp eftir enda við síni útmelding um at keypa Grønland, ella tað sum verri er, at brúka hermegi.

Serliga hetta síðsta eru sterk orð, sum ongin í demokratiska heiminum kann finna seg í, og hetta prógvar hvat alternativið til sterka fólkaræðið í ríkisfelagsskapinum er.

 

NÝTT SAMBAND

 

Beint eftir Ólavsøku legði Sambandsflokkurin fram sítt boð uppá eina dagføring av ríkisfelagsskapinum. Endamálið var at fáa eitt kjak í gongd í friðartíð um ríkisfelagsskapin.

 

Sambandsflokkurin heldur, at í tøttum og pragmatiskum samstarvi ber til at finna ein nýggjan leist fyri ríkisfelagsskapin, við Føroyum sum sjálvstýrandi landi í ríkinum. Hetta skal gerast í tíðum, tá spenningarnir millum ríkispartarnar eru lítlir, so kollveltandi broytingar ikki verða framdar í óðum verkum, tá einhvør ósemja kemur í.

 

Uttanríkis- trygdar- og verjupolitikkur

 

Uttanríkispolitikkurin eigur at liggja í tveimum súlum, sum skulu staðfestast við lóg.

 

Tann føroyski parturin av uttanríkispolitikkinum skal vera á føroyskum hondum, og skal hetta staðfestast við tí, sum bert viðvíkir okkum – t.e. altjóða og millumtjóða felagsskapir, fiskiveiðuavtalur og handils avtalur. Somuleiðs eiga vit at hava avgerðarrætt viðvíkjandi verjupolitiskum átøkum, sum skulu gerast um okkara leiðir.

 

Felagspolitikkurin skal grundast á alt tað, sum ikki er fevnt av tí, sum er nevnt omanfyri. Hetta, við tí høvuðsgrundgeving, at vit standa sterkari og hava størri slagkraft á altjóða pallinum, tá vit virka saman.

 

Sjálvstýrislóg

 

Lógarkarmarnir í ríkisfelagsskapinum skulu dagførast við eini nýggjari heimastýrislóg – eini sjálvstýrislóg. Lógin skal skapa nýggju karmarnar um Føroyar, sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Teir nýggju føstu karmarnir fyri uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin skulu staðfestast í lógini. Eisini skal lógin staðfesta, at um Føroyar ynskja at loysa seg úr felagsskapinum, so eru tað føroyingar sjálvir sum avgera tað.

 

Ein sterkari felagsskapur

 

Ríkisfelagsskapurin stendur sterkari við nútímans kørmum ið forða fyri komandi ósemjum. Greiðar skiljingar millum hvør hevur avgerðarrættin innan hvørji málsøki fer at betra um arbeiðslagið millum ríkispartarnar, samstundis við, at partarnir saman kunnu hugsavna seg um tey mál, teir hava í felag. Eitt gott samstarv innanhýsis millum partarnar tryggjar, at felagsskapurin stendur sterkari úteftir, og støðan hjá hvørjum ríkisparti er styrkt.

 

 

 

Bárður á Steig Nielsen

 

formaður Sambandsfloksins