Sum vant, verður Plantasjan pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, so hugnin er settur í hásæti, tá ið advents- og jólahugnin er sunnudagin tann 1. desembur frá klokkan 14 til 16.30.
Eisini ber til at keypa sær jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til.
Havnar Hornorkestur kemur at lívga um løtuna við nøkrum góðum tónum, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini. Og so ber annars til at keypa sær kakao, bollar, vaflur og sunkist
Talan er um eitt tiltak, sum er fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.
Stuðla Hvíldarheiminum
Hesaferð fer ágóðin av advents- og jólahugnanum til Hvíldarheimið Naina í Havn, sum við hvíld, umsorgan og heilsubót hjálpir fólki at koma fyri seg aftur eftir sjúku, sorg ella aðra strongd.
Í samfull 88 ár hevur Hvíldarheimið Naina gjørt heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi arbeiðið, so hin einstaki aftur skal megna sín gerandisdag. Hetta verður gjørt við góðum samstarvi og samskifti, so veitast kann góð umsorgan, røkt, viðgerð og samanhangur í sjúkugongdini.
Hesaferð fer Lions Club Tórshavn tí ikki so langt fyri at kunnaveita ógóðan av tiltakinum, tí Hvíldarheimið Naina er næsti granni hjá Plantasjuni við útsýni yvir økið, har advents- og jólahugnin er.