Ákærdi funnin sekur í at hava dripið Emilie Meng

Tann ákærd í tí sonevnda Korsør-málinum í Danmark er í rættinum í Næstved funnin serkur í at hava framt grovar brotsgerðir ímóti trimum gentum og at hava dripið Emilie Meng

Rætturin í Næstved hevur í 13 rættardagar viðgjørt Korsør-málið, sum snýr seg um grovan harðskap í móti trimum tannáringa gentum, og fyri morðið á Emilu Meng í 2016. (Arkivfoto). - Foto: Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix

33 ára gamli maðurin í Korsør-málinum er í dag funnin sekur í at hava framt grovar brotsgerðir í ímóti trimum tannáringa gentunum og fyri at hava dripið Emilie Meng í 2016.

Tað framgongur í dóminum, sum rættarformaðurin Bo Rasmussen í dag las upp í rættinum.

Maðurin er funnin sekur í øllum ákærum.

Hann hevði longu játtað seg sekan í, at hann í fjør burturflutti og gjørdi seg inn á eina tá 13 ára gamla gentu, men hann noktar seg sekan í at hava neyðtikið hana og fyri drápsroynd ímóti henni.

Hann noktaði seg sekan í brotsgerðunum ímóti hinum ofrunum.

Har var hann ákærdur fyri at hava roynt at burturflyta og neyðtaka eina 15 ára gamla gentur úr einum eftirskúla í Sorø í november í 2022 eins og at hava burturflutt, neyðtikið og dripið 17 ára gomlu Emiliu Meng, sum hvarv á veg heim frá Korsør Station náttina 10. juli í 2016.

Dómurin væntast seinni í dag.

/ritzau/

 

Rætturin í Næstved hevur í 13 rættardagar viðgjørt Korsør-málið, sum snýr seg um grovan harðskap í móti trimum tannáringa gentum, og fyri morðið á Emilu Meng í 2016. (Arkivfoto). - Foto: Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix