Avbjóðingar í kavaruddingini í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna skrivar, at nú nakað av kava er komið niður, leggur kommunan stóran dent á kavagrevstur kring býin og kommununa annars. Tíverri eru nakrar avbjóðingar, ið ger, at hetta arbeiðið gongur nakað seinni enn vanligt.

Støðan er, at tann stórsta maskinan til kavagrevstur ikki er tøk í løtuni, og enn vita vit ikki, nær hendan maskinan er tøk aftur. Arbeitt verður við at finna aðra maskinu, sum kommunan kann leiga, men hetta er ikki komið uppá pláss enn. Kommunan harmast sjálvsagt um støðuna, og verður arbeitt av øllum alvi, við teimum amboðum, sum eru tøk.