Biden kann enn trekkja seg sum forsetavalevni

Tað er einki í grundlógini, sum forðar øðrum enn Joe Bicen at gerast demokratiskt forsetavalevni

Um einki óvæntað hendir, verður Joe Biden tilnevndur sum forsetavalevni hjá Demokratunum. Men tað kann ikki útilokast, at tað endar við øðrum valevni. (Arkivfoto). - Foto: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix

Tað var lagt upp til tvídyst millum sitandi forsetan, Joe Biden, og fyrrverandi forsetan, Donald Trump, tá amerikanarar skulu velja sín komandi forseta í heyst.

 

Men tað er ikki sligið í stein, at tað verður Joe Biden, sum kemur at umboða demokratarnar við tað høvið.

 

Tað verður avgjørt á flokstinginum um hálvan august, har umleið 4.000 umboð formliga atkvøða um, hvør verður teirra valevni.

 

Tí kunnu onnur valevni lættliga fáast á breddan áðrenn ta tíð, sigur Niels Bjerre-Poulsen, lektari á amerikanskum fróðskaparsetri á Syddansk Universitet.

 

- Tað krevur, at eitt alternativt valevni verður sett fram, og at Joe Biden antin eggjar sínum umboðum at atkvøða fyri honum, ella at tað eydnast avbjóðaranum at savna ein meiriluta rundan um seg, sigur lektarin

 

Í undanvalinum í vár tryggjaði Joe Biden sær ein stóran meiriluta upp á umleið 95 prosent av atkvøðunum hjá umboðunum. Men umboðini hava ikki skyldu at atkvøða fyri Biden á stevnuni.

 

Og kanska onkur teirra hevur broytt hugsan eftir sjónvarpskjakið millum Biden og Trump.

 

Aldurin og sálarliga støðan hjá Biden hava áður verið eitt tema í valstríðnum, men umrøðan um hann er skikkaður sum forseti hevur fingið nýtt lív eftir kjakið, har hann snávaði og tóktist troyttur og ørkymlaður.

 

Tað heldur Anders Agner, sum kennir til USA og er ábyrgdarblaðstjóri á heimasíðuni kongresen.com.

 

- Higartil hevur Biden víst kritikkinum aftur, tá onkur hevur víst á, at hann skal vera ov gamal.

 

- Hann hevði helst eisini vónað, at hann kundi fáa tað enn meira úr fjarstøðu við sterkum framførslu í sjónvarpskjakinum, men tað vísti seg at vera øvugt.

 

- Tí er eingin ivi um, at orðaskiftið um valevnið hjá Biden aftur fer at kykna - bæði innanhýsis í flokkinum og í amerikanskum fjølmiðlum, sigur Anders Agner.

 

Um tað endar við einum øðrum valevni veldst í stóran mun um Biden sjálvan, metir Niels Bjerre-Poulsen.

 

- Eg haldi, at tú fert at gera nógv fyri at sleppa undan einum umstríddum vali sum í 1980, tá Ted Kennedy stillaði upp móti sitandi forsetanum, Jimmy Carter.

 

- Tað gjørdi Carter veikari, sum seinni tapti forsetavalið móti Ronald Reagan.

 

- Tí eru tað helst mong, sum helst vilja hava, at Biden sjálvur leggur frá sær heldur enn at verða noyddur út, sigur amerikanski kendarin.

 

Um einki óvæntað hendir, verður Joe Biden tilnevndur sum forsetavalevni hjá Demokratunum. Men tað kann ikki útilokast, at tað endar við øðrum valevni. (Arkivfoto). - Foto: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix