Senda bretskar Storm Shadow eftir málum í Russlandi

Bretar ynskja ikki at gera viðmerkingar til hesi tíðindi úr russiska Kursk-landslutinum

Daily Telegraph veit seinnapartin í dag at siga, at ukrainar nú fyri fyrstu ferð hava skotið bretskar Storm Shadow-rakettir eftir málum í Russlandi.

 

Heimasíðan sigur, at sambært íbúgvum í bygdini, Marino í russiska Kursk-landslutinum, eru partar av slíkum rakettum funnir í lendinum við bygdina.

 

Eitt talsfólk hjá bretska forsætisráðharranum sigur við The Guardian, at bretar ynskja ikki at gera viðmerkingar til hesi tíðindi úr Kursk-landslutinum.