Bygdarmyndin er broytt á Glyvrum

Nú er brúgv løgd um Fjøruvegin, so bygdarfólkið framvegis uttan ampa hevur møguleika at ganga oman í støðna og fjøruna, hóast ferðslan verður stór um nýggja Fjøruvegin

Fyrri partur av verkætlanini við fjøruvegi av Glyvrum og út á havnarlagið í Runavík er komin undir land. Í løtuni verður arbeitt við samanbindingini við landsvegin á Glyvrum, har sum omankoyringin á Bakkafrost og bátahylin higartil hevur verið.

 

Fyri Runavíkar kommunu hevur tað verið týdningarmikið, at bygdafólkið framvegis hevði møguleika uttan ampa at fara til gongu oman í bátahylin. Tí hevur kommunan syrgt fyri, at brúgv er gjørd um nýggja fFøruvegin.

 

Í gjárkvøldið var nýggj brúgv løgd um Fjøruvegin, og í morgun sæst, hvussu nýggja bygdamyndin sær út.

 

##med2##