Chelsea noktar Enzo Fernandez at taka lut í OL í París

Enzo Fernandez tekur lut í Copa America fyri Argentina í hesum døgum

Mynd: Scanpix

Miðvallarin hjá Chelsea, Enzo Fernandez tekur í hesum døgum lut í Copa America kappingini fyri Argentina, har Argentina hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í kappingini, ið er í USA í hesum døgum.

 

Enzo Fernandez sum vann HM við Argentina í 2022 er bert 23 ára gamal, og tí kann hann taka lut í olympiska endaspælinum í fótbólti í París seinni í summar.

 

Tað var eisini ætlanin hjá Argentina, at Enzo Fernandez skuldi vera ein av lyklaleikarunum hjá Argentina undir olympiska endaspælinum, har Argentina er í bólki saman við Marokko, Irak og Ukraina.

 

Men nýggi høvuðsvenjarin hjá Chelsea, Enzo Maresca noktar Enzo Fernandez at taka lut í olympiska endaspælinum.

 

Fyri Enzo Fernandez er talan um eitt stórt vónbrot: - Eg havi gjørt alt sum eg kann fyri at vera partur av olympiska hópinum, og eg havi borið venjaratoyminum eina umbering fyri, at tað nú knappliga ikki bar til. Gamli venjarin, Pochettino segði mær, at tað var í lagi, men so skifti Chelsea høvuðsvenjara, og harvið eisini støðu til hetta. Sigur Enzo Fernandez í samrøðu við miðilin, TyC Sports.

 

Enzo Fernandez hevur spælt 24 A-landsdystir fyri Argentina, og hann hevur skotið fýra mál í hesum 24 landsdystunum. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix