Við fimm stigum hjá KÍF upp til Fleyr á øðrumplássi undan dystinum týskvøldið, var sigur til kollfirðingar krav, um teir skuldu gera sær vónir um at koma í FM-finalurnar í Hotel Djurhuus deildini. Men tann vónin brast eftir stuttari løtu, tí Fleyr vann 3-0, og í øðrum og triðja setti var talan um avsmurning.
Tó bendi einki á avsmurning í fyrsta setti, sum til endans gjørdist rættiliga spennandi. Eftir at KÍF hevði lagt seg á odda 5-3, vann Fleyr teir næstu fimm bóltarnar og fór framum 8-5. Kortini megnaði Fleyr ikki rættiliga at slíta seg leyst fyrr enn seinna helming av settinum, tá Fleyr fyri fyrstu ferð legði seg á odda við fýra stigum. Settið tóktist at vera komið undir land, tá støðan gjørdist 23-18, men við góðum endaspurti kom KÍF upp á bæði 22-23 og 23-24, men Fleyr vann settið 25-23 við seinna settbóltinum eftir smassj frá Hannu Andriasdóttir Olsen.
Spenningurin, sum fyrsta settið legði upp til, hvarv tó fullkomiliga í teimum báðum næstu settunum, tí KÍF fall púrasta í fátt. Eftir stutta løtu í øðrum setti hevði Fleyr lagt seg á odda 8-2, og tann munurin bara vaks, so hvørt sum settið leið, og brátt hevði Fleyr vunnið 25-10.
Sama gongd var í triðja setti, har Fleyr legði seg á odda 7-0 eftir góðar servur frá Brynju Jákupsdóttir, sum tó eisini var heppin við tveimum netrullarum. Lítla løtu seinni var 14-2, áðrenn settið var vunnið 25-9.
Við teimum trimum stigunum er mest sum vist, at tað verður Fleyr, sum fer at spæla FM-finalur ímóti SÍ í mars. Spælt verður best av trimum dystum. Fremsta liðið í landskappingini hevur heimavøll í fyrstu finaluni og aftur í einari møguligar triðju finalu.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. |
Lið |
Dystir (av 15) |
Settmunur |
Stig |
1 |
SÍ |
10 |
24 |
28 |
2 |
Fleyr |
11 |
15 |
25 |
3 |
KÍF |
12 |
-4 |
17 |
4 |
TB |
11 |
-1 |
16 |
5 |
Mjølnir |
11 |
-2 |
13 |
6 |
Dráttur |
11 |
-32 |
0 |
---------------
Mynd: Fleyr
---------------------------------
Flogbóltssamband Føroya
---------------------------------