Danska manslandsliðið í hondbólti vann aftur stórsigur á Bahrein í Royal Arena høllini í Keypmannahavn. Í kvøld gjørdist talan um ein 39-20 (18-9) sigur.
Mathias Gidsel var stórskjútti við 12 málum. Hann hevði uttan iva skotið fleiri mál um Nikolaj Jacobsen ikki hevði tikið hann av vøllinum.
Jóhan á Plógv Hansen tók yvir sum brotskastsskjútti aftaná Emil Jakobsen hevði brent tvey brotskøst. Jóhan var tryggari brotskastsskjútti og fekk eisini nøkur góð mál frá veinginum. Hann fekk eitt 7-tal frá Hbold fyri avrikið í kvøld.
Sjey aðrir venjingardystir við HM-aktuelum liðum vóru leiktir í kvøld.
Úrslitini:
Danmark-Bahrain 39-20 (18-9)
Frakland-Portugal 44-38 (23-19)
Pólland-Tunesia 33-24 (19-12)
Kroatia-Slovenia 33-25 (16-9)
Spania-Slovakia 34-30 (14-13)
Rumenia-Egyptaland 30-33 (14-21)
Ungarn-Serbia 28-23 (15-8)
Eysturríki-Japan 27-28 (15-14)