Verjusamgongan hjá NATO økir um nærveru sína í Eystrasalti við tveimum skipum orsakað av fleiri kaðalbrotum um jólini.
Tað segði finski uttanríkisráðharrin, Elina Valtonen, við finska miðilin Yle.
- NATO sendir tvey skip til økið, og vit økja nærveru okkara í økinum á annan hátt eisini.
- Tað ber ikki til at varða alt undirstøðukervið, men vit seta fleiri tiltøk í verk, og nærveran hjá NATO hevur sissandi ávirkan, sigur Valtonen.
Síðst í desember boðaði aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, frá, at samgongan fór at økja um hernaðarligu nærveru sína í Eystrasalti.
Men tað var ikki greitt, í hvønn mun hetta fór at henda.
25. desember fekk streymkaðalin Estlink 2, sum gongur í Eystrasalti millum Finnland og Estland, skaða. Fleiri datakaðlar slitnaðu eisini.
Tangaskipið "Eagle S" var skjótt undir illgruna fyri at hava verið uppi í leikinum.
Skipið - eitt tangaskip - sigldi jólanátt úr Sankta Pætursborg og víðari í Eystrasalt.
Illgrunin móti "Eagle S" kom, tí tangaskipið sigldi framvið teimum støðum, har kaðalbrotini seinni vórðu funnin.
Finnland hevur illgruna um, at skipið er partur av skuggaflotanum hjá Russlandi, sum er mannaður við skipum, sum flyta russiskar vørur undir flagginum hjá øðrum londum.
Elina Valtonen sigur við Yle, at Finnland leingi hevur havt varhugan av, at russiski skuggaflotin er ein hóttan móti havumhvørvinum og trygdini.
Stutt eftir kaðalbrotini í desember tók finska løgreglan ræði á "Eagle S", sum síðani hevur ligið í sjónum út fyri Finnlandsstrondini.
Umframt eina politikanning av skipinum, hava finskir myndugleikar sett í verk eitt eftirlit fyri at kanna, um skipið lýkur altjóða trygdarkrøv og hevur galdandi prógv.
Skipið siglir undir flagginum hjá Cook Islands og er lastað við 35.000 tonsum av bensini.
Akkerið hjá skipinum varð fyrr í vikuni funnið á botninum í Finnlandsflógvanum nærhendis býnum Porkkalanniemi við endan á einum sleipispori á havbotninum.
Illgruni er um, at akkerið hjá skipinum er drigið tvørtur um havbotnin, og tað hevur elvt til skaða á undirsjóvarkaðalar.
/Ritzau/