Javnaðarflokkurin hevði uppskot um samveldi fyri 25 árum síðani

Javnaðarflokkurin legði fyri 25 árum síðani tað uppskotið fram um samveldi, sum allir partar nú peika á

Meðan sonevnda fullveldislandsstýrið frá 1998 fór eftir øllum fyri at stovna eina føroyska republikk og kollsilgdi við einum braki fimm ár seinni, hevði Javnaðarflokkurin lagt fram eitt uppskot um eina samveldisskipan millum Danmark og Føroyar. Tað bleiv kolldømt bæði av Tjóðveldi og Sambandi tá.

 

Tað er sera áhugavert, at tá vit nú hoyra, hvat verður borið fram frá so at siga øllum politiskum síðum, bæði í Føroyum og nú eisini við seinastu útmeldingum úr  Grønlandi og Danmark, so er tað júst meinlíkt tí uppskoti, sum Javnaðarflokkurin legði fram fyrst í 2000.

 

Her er uppskotið, stutt í høvuðsbrotum, úr skjali sum í faldara varð borið í hvørt hús í Føroyum tá. Tað týdningarmesta snýr seg um trý  tey fyrstu brotini í tekstinum niðanfyri. Viðvíkjandi stjórnarskipan er tað uppskotið kent av øllum flokkum men ikki lagt alment fram vegna andstøðu frá flokkunum í núverandi andstøðu á løgtingi.

 

Men her er ætlanin hjá Javnaðarflokkinum sambært almenna uppskotinum frá 2000 sum konstruktiva mótspælið til ætlanina hjá táverandi fullveldissamgonguni.

 

Ein samveldissáttmáli millum Føroyar og Danmark sum sjálvstøðug og javnsett lond:

 

  • Heimastýrislógin verður tikin av og ein sjálvstýrislóg sett í staðin.
  • Sjálvstýrislógin staðfestir ein samveldissáttmála millum Føroyar og Danmark sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.
  • Samveldissáttmálin ásetir, at Føroya Løgting sum umboð fyri Føroya fólk er hægsti myndugleiki í øllum viðurskiftum Føroyum viðvíkjandi.
  • Tá ið alt lóggávuarbeiði Føroyum viðvíkjandi verður gjørt á Føroya Løgtingi, verður fólkatingsumboðanin tikin av.
  • Sjálvstýrislógin sigur hvussu samveldissáttmálin skal sigast upp, um so er at føroyingar ynskja at fara úr ríkisfelagsskapinum.
  • Fólkaatkvøða staðfestir endaliga sjálvstyrislóg og samveldissáttmála.

 

Ríkisveitingin skal minkast burtur eftir einum áramáli:

 

  • Lutfall verður sett millum vøksturin í føroysku tjóðarframleiðsluni og einari minking í ríkisveitingini.
  • Eftir hesum leisti kann ríkisstuðulin minkast burtur eftir einum áramáli, uttan at tað fær óhepnar avleiðingar fyri føroyska búskapin og harvið fyri føroysku vælferðina. Vøksturin í føroyska búskapinum ger av, hvussu skjótt hetta kann gerast.
  • Tá eru vit komin hagar, at vit kunnu taka støðu til ríkisfelagsskapin, leys av fíggjarligum bindingum.

 

Yvirtøkur fyri veruligum sjálvstýri í einum samhaldsføstum og sjálvbjargnum Føroyum:

 

  • Javnaðarflokkurin vil fremja yvirtøkur á øllum málsøkjum, eisini teimum ið enn eru eftir, so sum løgregla, dómsvald og rættarskipan, tí vit halda at føroyingar eru bestir førir fyri at taka avgerðir, sum viðvíkja føroyingum sjálvum.
  • Avgerandi fyri Javnaðarflokkin í øllum yvirtøkumálum er, at allar fíggjarligar og umsitingarligar fyritreytir skulu vera uppfyltar, áðrenn yvirtøkur verða framdar.

 

Nýggj stjórnarskipan fyri Føroyar

 

  • Til tess at staðfesta okkara vilja til at fremja hesar broytingar í øllum viðurskiftum føroyinga sum sjálvstøðug tjóð, hevur verið arbeitt við uppskoti til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, virkandi sum grundlóg føroyinga. Uppskot til tess er liðugt orðað, kunnugt fyri øllum flokkum á løgtingi, men higartil blokerað av núverandi flokkum í politisku andstøðuni á løgtingi.
  • Í 2011 varð eftir drúgt nevndararbeiði komið fram til eitt meirilutaálit um uppskot til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Tað kom ikki til viðgerðar tí táverandi tingformaður endaði tingsetuna og løgmaður útskrivaði val í úrtíð.
  • Í 2017 varð sama uppskot við ávísum broytingum aftur frammi, men av tí at stórur minniluti í løgtinginum (núverandi andstøðuflokkar) ikki vildi taka undir við tí, og løgmaður kravdi at breiður meiriluti skuldi verða fyri uppskotinum, bleiv tað ikki lagt fram til viðgerðar í løgtinginum.
  • Tað uppskotið til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, við øllum flokkum uttan Sambandi, Fólkaflokki og Miðflokkuri, staðfestir í Grein 1:

 

§ 1. Fólkið og landið

 

  • (1) Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.
  • (2) Føroyar hava sambært sáttmálum samstarvað við onnur lond og kunnu framvegis samstarva við onnur lond sambært sáttmála.
  • (3) Um gjørt verður av at lata samveldisstovnum vald, ið annars liggur hjá landsins myndugleikum, skal hetta verða væl lýst í millumtjóða sáttmála. Løgtingið skal samtykkja slíkan sáttmála, áðrenn fólkið tekur endaliga avgerð á fólkaatkvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár og í mesta lagi eitt ár seinni.  
  • (4) Eitt og hvørt samveldissamstarv kann á sama hátt sigast úr gildi, har fólkið skal taka endaliga avgerð á fólkaatkvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár eftir og í mesta lagi eitt ár eftir at Løgtingið hevur tikið støðu sína.
  • (5) Føroyar kunnu skipa seg sum sjálvstøðugt ríki. Tá skal fólkið taka endaliga avgerð á fólkaatkvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár eftir og í mesta lagi eitt ár eftir, at Løgtingið hevur tikið støðu sína.
  • (6) Tá uppskot verður lagt til fólkaatkvøðu, skulu minst 50% av teimum, sum hava valrætt, greiða atkvøðu, fyri at úrslitið skal fáa gildi. Vanligur meiriluti skal ráða.

 

Hetta er bara grein 1, men ikki tann greinin, sum stórsta ósemjan snúði seg um. Tað var heldur politiskur  illvilji til at fremja málið: Fólkaflokkurin krøkti seg í okkurt um trúðarfrælsi og rættin til ogn føroya fólks, Sambandið tí man heldur vildi fremja sítt egna uppskot til eina nýggja revideraða heimastýrislóg, og Miðflokkurin um ófødda barnið.

 

Skulu vit royna at seta hetta uppskotið inn í ein meira altjóðakendan ríkisrættarligan samanhang, er tað helst tann stjórnarrættarligi formurin, ið ber heitið Frælsur Felagsskapur, umrøddur í Hvítu Bók frá 1999, um felagsskap millum sjálvstøðug lond í einum samveldi eftir fyritreytum, sum partarnir í semju sínámillum gera í einum altjóða góðkendum sáttmála.

 

Tað kann so eisini vera okkara framtíðar samveldisligi ríkisfelagsskapur, Føroyar, Danmark og Grønland, sum fræls og sjálvstøðug lond, saman í kongsríkinum. Møguleikin skuldi verið góður nú bæði Tjóðveldið og Sambandið tykjast at hella sama veg.

 

Vestmanna 10. jan. 2025

 

Hans Pauli Strøm