Sunnudagin hin 18. februar í fjør varð ein 65 ára gomul kvinna funnin lívleys uttandura í grønlendska býnum, Nanortalik.
Seinni í hesum mánaðinum verður rættarmál í Kujalleq Kredsret, har ein maður er ákærdur fyri dráp.
Ákæruvaldið vil hava, at hin ákærdi verður dømdur á stovn í sjey ár og seks mánaðir.
Sambært ákæruritinum drap maðurin kvinnuna við at fremja harðskap ímóti henni, har hon bæði varð sligin og sparkað.
Ákæruvaldið sigur, at valdsnýtslan saman við kuldanum, sum var úti, gjørdi, at kvinnan læt lív.
Sermitsiaq, sum skrivar um málið, veit at siga, at maðurin eisini er ákærdur fyri fleiri onnur lógarbrot.
Sambært ákæruritinum hevur hann eitt nú havt kynsligt samband við gentu, sum var yngri enn 15 ár.