Langomma er lærari hjá langommu-dóttrini

Tað er ikki á hvørjum degi, at langommur eru lærarar hjá langommubørnum sínum, men soleiðis er í Sankta Frans skúla í Havn hesum døgum

Poulina Slættanes, lærari hjá langommudóttrini Marini Sofíu Pauladóttir Slættanes

Langomman er Poulina Slættanes, sum hevur verið lærari í Sankta Frans skúla alla sína tíð. Hon er farin frá fyri aldur fyri fleiri árum síðani, men er ofta í skúlanum og tekur eina hond í. 

Tað skrivar Sankta Frans skúli á heimasíðu skúlans.

– Tað eru vit í Sankta Frans skúla mín sann vitni til hetta skúlaárið, skrivar skúlin.

– Langomman er eingin onnur enn Poulina Slættanes, okkara fyrrverandi lærari, bókavørður, virkandi varastjóri og annað mangt. Hóast pensjónsaldur játtar Poulina framvegis at lesa tímar í skúlanum, tá á stendur. Í ár er tað so sjáldsamt, at ein partur av hesum tímum eru í forskúla B, har langommudóttirin Marin Sofía Pauladóttir Slættanes gongur.

Á myndini síggjast tær báðar, langomman og lærarin Poulina og langommudóttirin og næmingurin Marin Sofía.

 

Poulina Slættanes, lærari hjá langommudóttrini Marini Sofíu Pauladóttir Slættanes