Russiski forsetin sigur, at hann ynskir hugsanunum hjá komandi amerikanska forsetanum at loysa stríðið í Ukraina við samrøðum vælkomnum.
Tað sigur Kreml á einum tíðindafundi, sum er hildin í dag, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.
Donald Trump verður tikin í eið sum amerikanskur forseti hin 20. januar.
Komandi forsetin hevur áður sagt, at hann kann fáa í lag vápnahvíld millum Russland og Ukraina eftir einum samdøgri.
Í Ukraina stúra tey fyri, at ein slík vápnahvíldaravtala kann koma at kosta landinum dýrt, og at tað kann gerast Russland, sum kemur sigrandi úr krígnum.
- Vit vita ikki, nær ein fundur kann verða millum Vladimir Putin og Donald Trump, men vit fara í gongd, tá Trump er komin í Hvítu Húsini eftir 20. januar.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur, at Biden-umsitingin búkar sínar seinastu dagar í embætinum at syrgja fyri, at kríggið í Ukraina heldur fram.
Í Kreml halda tey, at Joe Biden roynir at lata eftir sær so "ein eitrandi arv" sum gjørligt til Donald Trump.