Víkingur hevur bjóðað upp á Áka

Betri deildin menn: Íslandska Víkingur Reykjavík hevur bjóðað upp á Áka Samuelsen

Tað er fleiri feløg, sum vilja hava Áka D. Samuelsen og nógv bendir á, at tey í HB mugu fyrireika seg til, at 10’arin í felagnum verður seldur í næstum.

 

Fyrst var tað Ranheim úr næstbestu deildini í Norra, sum bjóðaði upp á Áka Samuelsen. Føroyski U21-landsliðsspælarin hevur verið og hugt eftir umstøðunum. Nú er íslendska Víkingur Reykjavík eisini komið á banan.

 

Tað er felagið, sum fyri tveimum árum síðani keypti Gunnar Vatnhamar frá føroyska Víkingi fyri umleið 400.000,- krónur. Víkingur Reykjavík hevur klárað seg væl í Evropa og skal í Conference League spæla móti griska Panathinakos úr Grikkalandi.

 

HB hevur fyri kortum selt Samuel J. Chukwudi til SJK í Finnlandi. Tað ljóðar, at prísurin fyri miðverjan nærkaðist einari hálvari millión krónum.