Spyr hví námsfrøðingar ikki fáa tað sama sum lærarar

Løgtingsmaður spyr, hví setanarbrotið hjá námsfrøðingum í serflokkum er lægri enn hjá lærarum

Tað er Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum spyr Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum um málið. Spurningarnir hjá Magnusi Rasmussen eru soljóðandi:

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv tað vildi kostað mánaðarliga at sett námsfrøðingar í føstum starvi, sum arbeiða í serlokkum í fólkaskúlanum, í fult starv við setanarbroti á 1,0?

2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at fast settir námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum hava lægri setanarbrot samanborið við líknandi námsfrøðingar á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum?

3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá og grundgeva fyri, hví setanarbrotið hjá námsfrøðingum í serflokkum í fólkaskúlanum er væl lægri enn setanarbrotið hjá námsfrøðingum á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum, tá talan er um serbreytir í báðum førum?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa viðurskiftini soleiðis, at námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum verða settir í fult starv við einum setanarbroti á 1,0 og fáa eins setanarviðurskifti, sum námsfrøðingarnir, sum virka á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum?

Í viðmerking til spurningin vísir Magnus Rasmussen á, at tað eru fleiri sertilboð/serflokkar skipað í Føroyum. Ymiskt er, hvussu hesir serflokkar eru í stødd og skipan. Felags fyri øll tilboðini er, at tey eru skipað soleiðis, at ein skúli umsitur serflokkin og tekur tískil næmingar inn frá einum ella fleiri skúlum í nærumhvørvinum.

– Í serflokkum starvast lærarar og námsfrøðingar. Flestu lærararnir í føstum starvi eru settir við setanarbroti 1,0, meðan flestu námsfrøðingarnir í føstum starvi, hóast sama tímatal saman við næmingunum, eru settir við setanarbroti 0,85 ella lægri.

– Tá talan er um at menna næmingar í serflokkum, arbeiða námsfrøðingar og lærarar í samráði og samstarvi í sjálvstýrandi toymi. Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum. Arbeitt verður út frá læruætlan og menningarætlan hjá einstaklinginum. Í slíkum arbeiði er avgerandi, at menningin er ein heildarmenning, har barnið hvílir trygt í, at øll starvsfólkini hjálpa til, har tørvurin er, sigur Magnus Rasmussen.

– Tað kann tykjast øvut, at normeringin ikki er tann sama fyri lærarar og námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum, tá normeringin fyri hesar starvsbólkar er tann sama á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum, sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.