Dronur í luftini steðga allari flúgving í Kastrup

Københavns Lufthavn hjálpir flogfeløgum at umleggja flogferðir eftir at drona er sædd yvir flogvøllin.

Fyrr í kvøld var løgreglan, saman við Høvuðsstaðartilbúgvingini, til staðar hjá Industriholmen eftir at dronuvirksemi hevði verið staðfest í økinum. Myndir vísa, at løgreglan eisini hevði eina dronu við. - Mynd: Steven Knap/Ritzau Scanpix

Eingi flogfør kunnu fara á flog ella lenda á flogvøllinum í Keypmannahavn nú seint í kvøld, tí dronur eru sæddar í økinum.

Tað boðar flogvøllurin frá sambært Ritzau.

Flogvøllurin hjálpir tí flogfeløgum at umleggja flogferðir til til dømis flogvøllin í Malmö.

Á heimasíðuni hjá flogvøllinum stendur, at fleiri flogferðir frá millum annað Air France, Norwegian og Lufthansa longu eru fluttar.

Tey komu úr eitt nú París, Manchester og München. Eisini eru nógvar fráferðir verið seinkaðar.

Ógreitt er, hvussu leingi henda støðan verður.

Tíðindadeildin hjá flogvøllinum upplýsir, at ferðafólk, sum fara úr Keypmannahavn við flogfari, skulu í løtuni bíða á flogvøllinum. Starvsfólk eru til staðar at hjálpa, stendur í fráboðanini.

Løgreglan í Keypmannahavn skrivaði í kvøld, at tey eru til staðar í økinum kring Avedøre Holme og Amager Fælled, tí dronuvirksemi hevur verið eygleitt.

Løgreglan kannar víðari, stendur á sosiala miðlinum X.

- Vit hava ikki fleiri upplýsingar í løtuni, stendur í einum stuttum innleggi.

Enn er tí óvist, um talan er um eina ella fleiri dronur, og hvør kann standa aftanfyri dronuflúgvingina.

Løgreglan í Keypmannahavn fekk fyrstu fráboðanina um dronuvirksemi klokkan 20:14, segði løgreglustjórin Michael Andersen fyrr mikukvøldið.

Á Avedøre Holme er løgreglan til staðar saman við Høvuðsstaðartilbúgvingini. Myndir vísa, at løgreglan eisini hevur eina dronu við.

Naviair, sum hevur ábyrgdina av at beina flogfør trygt inn og út úr donskum loftrúmi, hevur ongar viðmerkingar, upplýsir Naviair til Ritzau umleið klokkan 23:30.

 

/Ritzau/

 

Fyrr í kvøld var løgreglan, saman við Høvuðsstaðartilbúgvingini, til staðar hjá Industriholmen eftir at dronuvirksemi hevði verið staðfest í økinum. Myndir vísa, at løgreglan eisini hevði eina dronu við. - Mynd: Steven Knap/Ritzau Scanpix