Valur vann enn ein knúsandi stórsigur

Liðið hjá Silju A. Müller skoraði heili 40 mál

Føroyski málverjin, Silja A. Müller og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld dyst á útivølli móti Stjörnuni í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Valur vann ein knúsandi 40-24 stórsigur. Í steðginum var Valur frammanfyri 22-13.

 

Sum vant vardi Hafdís Renötudóttir málið hjá Vali størsta partin av dystinum. Silja slapp tó í part, og bjargaði 20 % av málroyndunum.

 

Valur er greitt oddalið í deildini við 26 stigum fyri 14 dystir. Haukar og Fram hava 20 stig hvør.

 

Týskvøldið 11. februar tekur Valur móti ÍR á heimavølli.