Hesi vórðu heiðrað á Leiðaradegnum

Í dag vórðu ársins leiðarar kosnir, og millumleiðari fekk serligt herðaklapp

Á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum í dag vóru ársins leiðarar heiðraðir.

 

Álvur Højgaard, stjóri í Navigare Shipping, var kosin ársins leiðari í tí privata. Í grundgevingini varð eitt nú sagt soleiðis:

 

– Sum stjóri hevur Álvur staðið á odda fyri at økt og endurnýggjað flotan, økt um virksemið, stovnað feløg uttanlands, samleika skiftið v.m., og hevur alt hetta ført til, at felagið er farið frá reyðum tølum, til í dag at reka eina fyritøku, sum skapar stór virðir fyri starvsfólk, kundar, eigarar og samfelagið sum heild. Álvur hevur sum stjóri ment felagið frá einari minni fyritøku, sum kundi metast at vera lokal, til í dag at vera ein fyritøka sum arbeiður á altjóða marknaðinum í altjóða kapping.

 

Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, var vald til ársins leiðara hjá tí almenna. Í grundgevingini varð millum annað sagt soleiðis:

 

– Sum leiðari er Jóngerð skilagóð, fevnandi og empatisk. Tað gevur tryggleika hjá starvsfólkunum, sum uppliva eina tíðarhóskandi starvsfólkaleiðslu. Hon gongur høgt uppí, at borgarar og teirra familjur í Roðanum, fáa eina dygdargóða tænastu. Roðin var ein av fyrstu eldrasamtøkunum at seta dygdarmennarar í starv, og sum sjúkrarøktarfrøðingur leggur Jóngerð dent á, at dygdin altíð er í hásæti. Hjá starvsfókunum kennist tað meiningsfult at starvast undir slíkari leiðslu.

 

Fyri fyrstu ferð var Herðaklappið til Ársins Millumleiðara latið. Tað fekk Bára Skaale Klakstein, leiðari á Kanningastovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í grundgevingini var millum annað sagt:

 

– Hóast nógvar broytingar seinastu árini, hevur Bára hildið arbeiðssmoralin uppi og trivnaðinum í hásæti. Í hesum sama tíðarskeiði gjørdist Rannsóknarstovan toppskorari í tveimum trivnaðarkanningum í øllum heilsuverkinum. Soleiðis hevur Bára sýnt í verki áhugaða leiðslu við innliving og nærveru, har hon hevur skapt eina jaliga og fevnandi arbeiðsmentan, umframt at hugsa nýtt og menna rannsóknarstovuna og starvsfólkini har.

 

Í dómsnevndini vóru Ingibjørg Berg, Árni Jakobsen og Johnny Í Grótinum.