Hvar og hvussu helt tú nýggjár?
- Vanligt hevur verið hjá okkum at hildið nýggjár á Glyvrum saman við familjuni, men í ár var tað tó í Klaksvík hjá verfamiljuni.
Tað sigur Árni Frederiksberg.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2024?
- Langt um leingi fóru vit sum familja okkara fyrsta feriutúr suðureftir, og hesin hevði nú bíðað í nøkur ár.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Lige ved og næsten í Evropa saman við Kí-liðnum.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025?
- Viðvikjandi familju, vinnulívi og ítróttalívi havi eg góðar vónir og hyggi inn i eitt spennandi ár.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, eg plagi ikki at hava nýggjárslyftir, sigur hann.
Árni Frederiksberg ynskir øllum føroyingum eitt gott og av Harranum signað nýggjár, samstundis sum hann takkar fyri tað nú farna.
Lesið eisini -
Tað var ringt at missa mína høgtelskaðu ommu - https://www.in.fo/news-detail/tad-var-ringt-at-missa-mina-hoegtelskadu-ommu