Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið

Ein føroyskur elmarknaður fer at seta meira ferð á grøna orkuskiftið í Føroyum. Tí hava andstøðuflokkarnir í felag lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at skipa ein slíkan marknað.

 

Í løtuni er støðan tann, at vit royna at seta fleiri vindmyllur upp, men ein stórur partur av orkuni sum hesar framleiða fer til spillis, tí eingin er at taka ímóti henni. Elorka hevur nevniliga tann keðiliga eginleikan, at hon kann illa goymast. Hon skal tí helst framleiðast í somu løtu sum hon verður brúkt.

 

Vindmyllur, harafturímóti, framleiða ikki mest, tá mest brúk er fyri orku. Tær framleiða mest, tá nógvur vindur er.

 

Vit eru í løtuni í teirri støðu, at vit framleiða nógv el, meðan brúkarin brennir olju fyri at hita sær húsini. Tí noyðast vit at venda kikaran yvir á nýtsluna, og fáa hana umlagda til ta orkuna sum vit hava nógv av. Og hetta er orsøkin til, at andstøðuflokkarnir hava lagt uppskotið fyri Løgtingið, ið skal stuðla undir at fáa nýtsluna lagda um.

 

Skal eggja til grønar loysnir

 

Fyri einum góðum ári síðani sat ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri landsstýrið og Kommunufelagið og viðgjørdi møguleikarnar fyri at skipa ein elmarknað. Arbeiðsbólkurin handaði Ingilín D. Strøm, táverandi landsstýriskvinnu, eina frágreiðing í desember 2023. Bólkurin mælti til eina skipan, har SEV keypir alla framleiddu elorkuna, og selir hana til brúkararnar ella millumhandlarar fyri skiftandi tímaprís.

 

Tá framleiðslukostnaðurin lækkar (t.d. orsaka av nógvum vindi), so skal søluprísurin eisini lækka. Hetta skal eggja fólki til at brúka streym, tá nógv grøn orka er tøk.

 

Skipanin skal eisini eggja fyritøkum til at finna tað røttu loysnina fyri tann einstaka kundan. Arbeiðsbólkurin sigur soleiðis í frágreiðingini: “Hjá brúkarum kann tað vera møtimikið at velja røttu loysnirnar, men við einum vælvirkandi sølu- og tænastuliði ber til at menna ymiskar loysnir, sum gagna brúkaranum og orkuskiftinum.” 

 

Kann ikki samanberast við onnur

 

Nakað av kjaki hevur verið um uppskotið frá andstøðuflokkunum, síðani tað bleiv lagt fram. Tað tykist sum at fólk hava fingið ta fatan, at SEV skal ikki longur sleppa at selja streym, men at onnur skulu yvirtaka hesa uppgávuna, og fleiri hava samanborið hetta við støðuna í Europa, har elprísirnir onkra løtu hava verið sera høgir.

 

Men um vit hyggja eftir støðuni í Føroyum í dag, so er kostnaðurin fyri framleiðsluna rættiliga ymiskur. SEV kann keypa streym frá vindmyllum fyri 23 oyru/kWt, meðan streymur framleiddur úr olju kostar fýra ferðir so nógv (umleið 100 oyru/kWt). Men alt hetta verður selt til kundarnar fyri sama prís. Tí loysir tað seg fyri SEV, um størri partur av orkuni verður grøn.

 

SEV má í verandi støðu keypa alla framleiddu orkuna úr vindi (eisini ta orkuna, sum ikki verður brúkt), so um tað eydnast at fáa kundarnar at keypa størri part av vindorku, so fer minni til spillis, og neyðugt verður ikki at framleiða so nógv av teirri dýru og dálkandi orkuni. Samanlagt fer hetta at hava við sær, at SEV fer at keypa bíligari og selja meira, tí fleiri kundar fara at brúka el heldur enn olju eitt nú til at hita húsini við. Hetta verður tí ein vinningur – bæði fyri SEV og fyri grøna orkuskiftið í síni heild.

 

At samanbera hetta við støðuna aðrastaðni í Europa gevur onga meining. Teirra prísir hækka, tí orka manglar. Hjá okkum snýr tað seg um at brúka ta orkuna, sum í løtuni loypur av og tí fer til spillis.

 

 

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin