Formaðurin í Siumut: - Trump vælkomin á vitjan

- Eg vil siga við Donald Trump: Vælkomin til Grønlands, lat okkum tosa um tingini, sigur grønlendski fíggjarmálaráðharrin og formaðurin í Siumut-flokkinum

 

 

 

Grønlendski fíggjarmálaráðharrin og formaðurin í Siumut-flokkinum, Erik Jensen, ynskir komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, vælkomnum til Grønlands á vitjan.

 

Hetta sigur hann dagin eftir, at komandi forsetin meira ella minni hevur hótt Grønland bæði við handilstiltøkum og hermegi, tí hann vil, at Grønland verður partur av USA.

 

- Innbjóðingin skal lesast sum um, at vit eru opin fyri "business". Vit vilja menna okkara búskap til tað besta fyri grønlendska fólkið, sigur grønlendski fíggjarmálaráðharrin við donsku ávísina, BT.

 

At Donald Trump í vikuni ikki útilokaði at brúka hermegi móti Grønlandi fyri at innlima landið í USA, hevur fingið fleiri ríkisleiðarar at finnast at komandi forsetanum.

 

- Grønlendski fíggjarmálaráðharrin segði fyri jól, at Grønland er ikki til sølu, men at hann ynskir eitt tættari samstarv við USA, veit BT at siga.

 

Og Erik Jensen leggur aftrat:

 

- Eg vil siga við Donald Trump: Vælkomin til Grønlands, lat okkum tosa um tingini, sigur grønlendski fíggjarmálaráðharrin nú eftir løgnu útsagnirnar hjá komandi forsetanum.

 

Erik Jensen, sum er føddur hin 15. juli í 1975, er formaður í grønlendska javnaðarflokkinum, Siumut.

 

Hann hevur verið vara landsstýrisformaður síðan apríl 2022 og fíggjar-og skattmálaráðharri síðan september 2023.