EM: Eitt minni tap fyri Danmark kann geva eina betri endastøðu

Longu nú kunnu vit staðfesta, at Føroyar fáa ikki ringastu endastøðuna av teimum 24 EM-liðunum

Danmark er saman við Noregi og Fraklandi millum fremstu favorittarnar at vinna EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum.

 

Tí er tað torført at krevja ein føroyskan sigur á Danmark í Sankt Jakobshøllini í Basel seinnapartin klokkan 17, tá liðini spæla seinasta dystin í bólki D.

 

Eitt minni føroyskt tap kann tó gera góðan mun, tá gerast skal upp millum tey 12 liðini sum eru útsligin í kappingini aftaná lokið grundspæl.

 

Longu nú vita vit, at Slovakia í bólki E og Portugal í bólki C fáa eina verri endastøðu enn Føroyar. Hvørki Slovakia ella Portugal megnaðu at fáa stig. Meðan okkara fingu eitt stig móti Kroatia.

 

Í bólki A er Turkaland aftast við einum stigi og málúrtøkuni minus 34. Føroyar hava eitt stig og málmunin minus trý. Tapa Føroyar í dag við 30 málum ella færri, so vera okkara í ringasta føri nummar 21 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

 

Í bólki B hevur Serbia einki stig aftaná tveir dystir. Um Rumenia vinnur á Serbia í dystinum, ið byrjar klokkan 17 í dag, so fær Serbia eisini eina verri endastøðu enn Føroyar. So vit mugu krossa fingrar fyri rumenskum sigri her.

 

Í bólki F eru góðir møguleikar fyri, at Ukraina sum einki stig hevur fær eina verri endastøðu enn Føroyar. Ukraina spælir klokkan 17 móti niðurlendsku bólkavinnarunum. Niðurlond hava eina risastóra favorittstøðu, so her burdi tað eisini farið okkara veg.

 

Gongur alt við okkum í dag, so vera vit tann frægasti av teimum seks fýrarunum, og enda sum nummar 19 av teimum 24 liðunum. Tað hevur eisini týdning til styrkismetingarnar til HM og EM-undankappingar framyvir, at Føroyar fáa eina so góða endastøðu sum gjørligt. 

 

Um okkara tapa tepurt fyri Danmark, og Sveis vinnur á Kroatia í kvøld, so enda vit á einum triðja plássi í bólki D, og so sær tað enn betri út. Eitt 17. pláss ella betri gevur Føroyum eitt betri HM-lutakast. 

 

Tað allarbesta er sjálvandi, at føroysku kvinnurnar fremja aldarinnar sensasjón og vinna á Danmark í Sankt Jakobshøllini.