Bretski andstøðuleiðarin Keir Starmer, og konan Victora, tá tey vóru á vali fyrr í dag í London (Photo by Paul ELLIS / AFP)

Exitt-poll: Labour vinnur bretska valið

Labour verður størsti flokkur á bretska tjóðartingsvalinum, meðan konservativi flokkurin minkar nógv.

Bretski andstøðuleiðarin Keir Starmer, og konan Victora, tá tey vóru á vali fyrr í dag í London (Photo by Paul ELLIS / AFP)

Arbeiðaraflokkurin stendur til at fáa 410 umboð í Undirhúsið og gerast størsti flokkur á bretska almenna valinum.

Tað vísir ein kanning  á valstøðum, sum varð gjørd í samstarvi millum bretsku sjónvarpsstøðirnar Sky News, BBC og ITV.

Konservativi flokkurin verður næststørsti flokkur við 131 sessum í Undirhúsinum, sambært kanningini.

Flokkurin fer sostatt veruliga aftur. Við valið í 2019 fekk hann 365 umboð í Undirhúsið, sum hevur 650 limir.

Konservativi flokkurin hevur sitið í stjórn seinastu 14 árini, men skal eftir valið í dag fyrireika seg til at lata Labour við Keir Starmer á odda lyklarnar til stjórnarskrivstovurnar.

Liberaldemokratarnir, sum er ein sosialliberalur flokkur, verður triðstørstur við 61 sessum, um veljarakanningarnar á valstøðunum verða eftirfarandi.

Sambært kanningini letur valið dyrnar upp fyri einum flokki, sum ikki áður hevur verið umboðaður í Undirhúsinum: Reformflokkinum, sum undir leiðslu av Nigel Farage, sum serliga er kendur fyri at hava staðið á odda fyri Brexit-herferðini .

Reformflokkurin fær 13 umboð í Undirhúsið, meðan skotski tjóðskaparflokkurin SNP fær 10, PC-flokkurin, sum bara stillar upp í Wales, fær 4, og tey grønu fáa 2 umboð sambært kanningini.

 

##med2##

 

/ritzau/

 

 

Bretski andstøðuleiðarin Keir Starmer, og konan Victora, tá tey vóru á vali fyrr í dag í London (Photo by Paul ELLIS / AFP)

Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix