Jarðfeingi hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at skilja tann føroyska landgrunnin eystanfyri, fyri at gera tað lættari hjá oljufeløgunum at útgreina jarðfrøðina og kolvetnismøguleikarnar, ið har eru.
Hetta arbeiðið hevur seinastu tíðina savnað seg um at eyðmerkja leitimið á føroyskum øki heilt tætt at markinum við Bretland. Talan er í løtuni um 12 ymisk leitimið, sum bæði liggja heilt og partvís inni á føroyskum øki.
– Við hesum nýggja tilfari - umframt øðrum - er ætlanin at fara eina rundferð til fleiri oljufeløg í bretskum øki í desember í ár. Ætlanin er bæði at vísa á hesar ítøkiligu møguleikar í føroyskum øki, umframt at endamálið eisini er at fáa eina betri hilling á, hvat oljufeløgini umhugsa at gera aftaná broytingarnar í skattaviðurskiftunum, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið millum annað til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, sum hevur spurt um málið.
– Harumframt er ætlanin at fara á oljuráðstevnuna BEOS í London í mars komandi ár, har leitifeløg, íleggjarar, myndugleikar, bankar, ráðgevarar og advokatar hittast at umrøða og gera avtalur um gagnnýtslu av kolvetni. Jarðfeingi luttekur við einum landabási og tveimum framløgum.
– Aftaná hesi bæði átøk vita vit meira um støðuna hjá bretsku oljuvinnuni undir broyttu fortreytunum, skrivar ráðið.