Sirið Stenberg setti ráðstevnu um náttúruendurbøting

Tað er alneyðugt at vit fara undir at endurbøta stóru skaðarnar á náttúruna, samstundis sum vit tryggja eina betri javnvág millum vernd og brúk av náttúruni í framtíðini

Almanna og mentamálaráðið skrivar, at hetta vóru nakrar av niðurstøðunum á áhugaverdu ráðstevnuni um náttúruendurbøting og verkætlanina lendisbata, sum Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna skipaðu fyri 22. november 2024.

 

Tað var ein fjølbroytt skrá, við fyrilestrum, filmum, framsýning og kjaki, ið varð løgd fram fyri mongu luttakararnir á ráðstevnuni, sum var í Miðnámi í Vestmanna. Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá verkætlanini Lendisbata, ið hevur granskingarstovnar, bøndur, skúlar og útbúgvingarstovnar sum samstarvspartar. Við verkætlanini hava tey sett sær fyri at varpa ljós á náttúrustøðuna í Føroyum hvat viðvíkur sliti, vernd og endurbøting.

 

Íðunn Hauksdóttir, serfrøðingur frá íslendska stovninum Land og Skógur, greiddi frá, hvussu tey arbeiða við endurbøting av vistskipanum í Íslandi. Longu í 1907 var ein stovnur skipaður, ið fór undir endurbøting av lendinum í Íslandi, sum hevði fingið stóran skaða av foksandi.

 

Bjørn Kalsø, bóndi á Blankskálagarði á Syðradali, greiddi frá arbeiðinum við at endurbøta stóru skriðuna, sum leyp í 2000 og frá virkseminum á garðinum. Hóast áseyðatalið á garðinum er minkað, so fæst meir burturúr. Bjørn gjørdist partur av Lendisbata, tí verkætlanin ljóðaði áhugaverd, og var í tráð við tað, ið pápi hansara hevði sagt, um at náttúran gevur, um hon verður væl viðfarin.

 

Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, setti spurningin, hví verja náttúruna? Hon vísti á støðugu niðurgongdina í lívfrøðiliga margfeldinum og vaksandi útlátið av veðurlagsgassum. Ragnheiður vísti á týdningin av náttúrusambondum – at vit viðurkenna virðið av tí relationella sambandinum millum menniskja og náttúru.

 

Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi og Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur í Búnaðargrunninum, greiddu frá norðurlendsku verkætlanini um burðardygt hagabit og bóklingin At lesa landið, sum kom út í 2007, men sum framvegis er sera viðkomandi.

 

Næmingar á Miðnámsskúlanum í Vestmanna eru við í verkætlanini Lendisbati, og tey høvdu gjørt áhugaverdar plakatir, ið greiddu frá árini av skriðum, jarðrivi og menniskjum.

 

Ráðstevnan endaði við kjaki.