Norðmaður skotin og dripin í Meksiko

- Ein norðmaður er eisini funnin deyður á Gran Kanaria, upplýsir norska uttanríkisráðið

 

Tað er Verdens Gang, sum í morgun ber tíðindini um, at ein norðmaður er skotin og dripin av tveimum persónum í meksikanska høvuðsstaðnum, Meksiko býi.

 

Norska uttanríkisráðið váttar yvirfyri NRK, norska kringvarpinum, at tey eru vitandi um, at ein norskur ríkisborgari er deyður í Meksiko.

 

- Málið verður kannað saman við løgregluni í Meksiko og norsku sendistovuni í landinum, leggur uttanríkisráðið aftrat.

 

Í morgun veit norska uttanríkisráðið eisini at siga, at ein norskur ríkisborgari er funnin deyður á sponsku frítíðaroynni, Gran Kanaria.

 

Tað er Canariaávísin, sum ber hesi tíðindi, og norska uttanríkisráðið váttar eisini tíðindini um deyðsfallið.

 

- Vit eru kunnað um, at ein norskur ríkisborgari er deyður á Gran Kanaria, og tey avvarðandi hava fingið boðini.

 

Tað upplýsir kunningarráðgevin hjá norska uttanríkisráðnum, Guri Solberg, yvirfyri www.dagladet.no

 

##med2##