Ein dystur var leiktur í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum í kvøld.
Í bólki 1 tók H71 móti VB í Hoyvíkshøllini. H71 vann stórsigur 39-16. Í steðginum var H71 á odda heili 23-7.
Fyrstu minuttirnar fylgdi VB væl við, og tá níggju minuttir vóru leiktir var H71 á odda 5-4. Men eftir tað tók H71 yvir og økti stútt um leiðsluna.
Maria H. Weyhe, Tóra Róadóttir og Elsa Egholm vóru toppskjúttar hjá H71 við fimm málum hvør. Carmen Luiza Silva var toppskjútti hjá VB við fimm málum.
Hini bæði liðini í bólki 1, Kyndil og VÍF møtast í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 16. november klokkan 18.
Annað umfar verður leikt 11. og 12. desember, og triðja umfar verður leikt 12. januar.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##