Tveir dystir í Faxe Kondi kappingini eru útsettir

Ringa veðrið rakar hondbóltin

HSF boðar frá á Facebooksíðu sínari, at báðir dystirnir í Faxe Kondi kappingini, ið skuldu spælast í kvøld eru útsettir orsaka av tí vánaliga veðrinum.

 

Talan er um dystin í høllini á Skála í bólki 2 hjá kvinnum millum StÍF og Stjørnuna, og dystin í høllini á Hálsi í Havn í bólki 1 hjá monnum millum Neistan og KÍF.

 

HSF hevur ikki boðað frá nær hesir báðir dystirnir skulu spælast.