Ferðsluóhapp á Sundi – har var sum á kalvabaki

Hálkan órógvaði ferðsluna í gjár. Á Kaldbaksvegnum var sera hált á Sundi

Um 16 tíðina í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Sundi. Tveir bilar, sum koyrdu vestureftir, stoyttu saman.

 

Ein bilur fer á glið, og kemur at standa tvørtur um vegin. Tann fyrsti bilurin, sum kemur til, fær steðgað, men tann næsti klárar ikki at steðga og brast í tann fremra. 

– Tað var sera sera hált, tá løgreglan kom á staðið. Tað var sum á kalvabaki, sigur vakthavandi á politstøðini í Havn. 

Báðir bilarnir høvdu góð kavadekk, og har varð eingin skuldsettur fyri ikki at halda frástøðu, tí tað var óvanliga hált á staðnum, sigur vakthavandi. 

Ein persónur fór á Landssjúkrahúsið at verða kannaður, men har var tíbetur eingin persónsskaði, sigur vakthavandi á politistøðini.