Bilar, sum standa á Fútakletti í Vágum sleppa kortini ígjøgnum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tunnilin er stongdur fyribils, tí tað er so nógvur ruðuleiki av ferðsluni á Fútakletti, sum ikki sleppur um Sandavágsháls, tí er tunnilin stongdur, so fleiri bilar ikki koma í oynna.
Boðini frá løgregluni eru, at øll óneyðug ferðsla verður frárødd í løtuni, so Lansverk fær rudda vegirnar.
Vaktleiðarin vit ikki, nær Vágatunnilin letur uppaftur. Tey bíða eftir nærri boðum frá Landsverki.