Millum 28. november og 15. desember í ár verður EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum leikt í Ungarn, Eysturríki og í Sveis.
Millum tey 24 liðini, ið skulu kappast er føroyska kvinnulandsliðið, ið fer at skriva søgu við sínari fyrstu endaspæls-luttøku.
Um 10 dagar, hósdagin 18. apríl verður lutakast til teir seks innleiðandi EM-bólkarnar.
Ikki óvæntað eru Føroyar í fjórða og niðasta styrkisbólkinum.
HER eru styrkisbólkarnir:
1. Styrkisbólkur: | 2. Styrkisbólkur: |
Noreg | Týskland |
Danmark | Spania |
Montenegro | Rumenia |
Frakland | Ungarn |
Svøríki | Sveis |
Niðurlond | Eysturríki |
3. Styrkisbólkur: | 4. Styrkisbólkur: |
Slovenia | Kekkia |
Kroatia | Ukraina |
Póland | Turkaland |
Serbia | FØROYAR |
Norðurmakedonia | Portugal |
Ísland | Slovakia |
Kelda: handbolti.is