Forsætisráðharrin í Slovakia er skotin

Sagt verður, at hann er álvarsliga løstaður, men var við vit, tá hann varð fluttur á sjúkrahús.

Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, varð í seinnapartin í dag skotin eftir ein stjórnarfund. Myndugleikarnir í landinum siga, at talan er um eina drápsroynd.

 

Robert Fico er í skundi fluttur á sjúkrahús, har hann fær viðgerð. Sagt verður, at hann er lívshóttandi løstaður, men at hann var við vit, tá varð fór á sjúkrahús.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at Robert Fico varð skotin, tá hann skuldi hitta sínar veljarar eftir ein stjórnarfund í býnum, Handlova, einar 140 kilometrar í ein landnyrðing úr høvuðsstaðnum, Bratislava.

 

Sjónarvitni siga við Reuters, at fleiri skot vórðu latin av, og at forsætisráðharrin varð raktur av einum ella fleiri skotum.

 

Eftir hendingina varð ein maður handtikin av løgreglu og lívvaktum, og hildið verður, at hetta er maðurin, sum skeyt forsætisráðharran í Slovakia seinnapartin í dag.

 

##med2##

 

Forsetin í Slovakia, Zuzana Čaputová, fordømir álopið og sigur, at hann er skakaður av hendingini.

 

Ríkis-og stjórnarleiðarar í øðrum londum hava eisini fordømt álopið.

 

- Tíðindini úr Slovakia eru skakandi, og mínir tankar eru hjá Robert Fico, sigur pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk.

 

Eisini andstøðuflokkurin í Slovakia hevur fordømt álopið á forsætisráðharran og hevur avlýst eitt ætlað mótmælistiltak.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Her verður ein maður handtikin eftir skottilburðin móti forsætisráðharranum í dag.