Fýra av fimm bilum elbilar

Í desember vóru 74 elbilar skrásettir í Føroyum

Tað vísir uppgerð, sum facebook-síðan »El-Bilar í Føroyum« gevur gjørt úr tølunum frá Akstovuni.

 

Har sæst, at í desember vóru 74 elpersónbilar skrásettir í Føroyum. Hetta er 78,7% av øllum nýggjum skrásettum persónbilum.

 

Elpersónbilaflotin vaks við 536 bilum í 2023. Tað er 35,9% av øllum nýggjum persónbilum.

 

Sostatt eru nú 1.642 elpersónbilar á vegum í løtuni, og er tað 5,9% av øllu persónbilum.

 

Hinir bólkanir kláraðu seg soleiðis, í mun til fyri mánað síðani:

 

Bensin: -52.

 

Sostatt eru 671 færri bensinpersónbilar eftir einum ári.

 

Diesel: -28.

 

Samlað 397 færri eftir einum ári.

 

Bensin PHEV: 0.

 

57 fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Bensin HEV: -7.

 

500 fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Diesel HEV: 0.

 

16 fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Samlaði persónbilaflotin er vaksin við 66 bilum eftir einum ári, so um vit draga elbilarnar frá, so eru nú 470 færri bilar við útstoyti á vegunum enn fyri einum ári síðani, skrivar síðan »El-Bilar í Føroyum«.

 

www.facebook.com/elbilar