Norðurkoreanskir hermenn eru farnir úr Kursk

Talsmaður fyri ukrainsku serdeildirnar sigur, at norðurkoreansku hermenninir helst eru tiknir aftur eftir stóru tapini í Kursk

Ukrainski herurin veit í dag at siga, at norðurkoreansku hermennnir, sum hava kríggjast á russiskari síðu í Kursk-landslutinum, eru tiknir aftur.

 

- Seinastu tríggjar vikurnar hava vit ikki sæð ella lagt til merkis nakran aktivitet ella samanbrestir við norðurkoreanskar hermenn í Kursk.

 

Talsmaðurin fyri ukrainsku serdeildirnar, Oleksandr Kindratenko, sigur við AFP-tíðindastovuna, at norðurkoreanarnir helst eru tiknir aftur eftir stóru tapini í Kursk.

 

Í gjár visti New York Times frá amerikanskum og ukrainskum embætisfólki at siga, at norðurkoreansku deildirnar eru tiknar aftur, tí deildirnar hava mist so nógv herfólk.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, ikki vildi gera viðmerkingar til hesi tíðindi í dag.

 

Tað var í fjør heyst, at ukrainskar herdeildir tóku seg inn í russiska Kursk-landslutin, og higartil hevur tað ikki eydnast at rikið ukrainsku hermenninar úr aftur Russlandi.

 

Russland hevur fingið hjálp úr Norðurkorea at berja niður ukrainsku deildirnar í Kursk, men nú verður so sagt, at deildirnar úr Norðurkorea hava tikið seg aftur.