Í Føroyum er hann best kendur fyri sín útgávu av, Jólamaðurin kemur í kvøld, ið hann spældi inn og ognaði føroyingum, eftir hjálpina, ið Føroya land veitti íslendingum í fíggjarkreppuni.
Geir Ólafsson er tiltikin fyri sín karismatiska framførslustíl og tónleik, sum ofta blandar popp, rock, siðbundnar íslendskar sangir og enntá italskar ariur.
Hann hevur framført um allan heimin og er kendur fyri síni stórfingnu og orkufyltu show. Hetta er ein veruligur entertainari, ið gevur minst líka nógv í pallhjáveru og framførslu, sum við røddini - og røddin er stór.
Geir Ólafsson er staddur í Føroyum júst nú, hann hevur sungið inn eina nýggja útgávu av, Jólamaðurin kemur í kvøld, og filmar eitt sjónbandalag.
Konsertin í Sirkus er ókeypis og hetta er eitt heilt serstakt høvi, at uppliva henda stóra íslendska entertainara live í Føroyum.
Konsertin byrjar kl. 21.00.