Gera javnaðarlistan í Havn lidnan í kvøld

Í kvøld hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag triðja uppstillingarfund til býráðsvalið í Havn

Eitt sindur av rumbli hevur verið í sambandi við uppstillingina hjá Javnaðarflokkinum. Eitt skifti ljóðaði, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, ikki stillaði uppaftur, men at dóttir hansara, Elin H. Joensen var á listanum ístaðin. Men seinasta fríggjadag boðaði Heðin Mortensen frá, at hann kortini stillar upp, og tað ger dóttirin, Elin H. Joensen eisini.

Kári Johansen, sum varð valdur í býráðið seinast fyri Javnaðarflokkin tók hetta so illa upp, at hann meldaði seg úr Javnaðarflokkin og upp í Framsókn í staðin. Hann verður tí valevni fyri Framsókn á valinum 12. november.

Javnaðarflokkurin er so nógv tann sterkasti flokkurin í Tórshavnar býráð. Á seinasta býráðsvali fekk flokkurin 5.777 atkvøður, sum svarar til 43,9 prosent av atkvøðunum.

Næststørsti flokkur var Tjóðveldi, sum hevði góðar 3.000 atkvøður færri enn Javnaðarflokkurin.

Býtið av býráðssessunum á seinast valið var hetta:

Fólkaflokkurin 2 býráðslimir

Sambandsflokkurin 1 býráðslim

Javnaðarflokkurin 6 býráðslimir

Tjóðveldi 3 býráðslimir

Framsókn 1 býráðslim.

##med2##