Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:
Fyrst í gulu, og so ljósabláu troyggjuni. Har tað alt byrjaði.
Fyri stuttari tíð kundu vit gleðast um, at Geza endiliga var blivin føroyingur á pappírunum. Ein stórur dagur, men samstundis løtan, har vit vistu, at nú var møguleiki hjá Geza at royna seg úti í heimi, og tað gekk ikki leingi, so vóru boð eftir honum.
Vit kunngera nú, at øll viðurskifti eru komin uppá pláss, og at Víkingur hevur selt Géza Dávid Turi til Grimsby Town FC í Onglandi.
“Takk fyri meg. Eg vil fegin takka øllum rundan um Víking; venjarum, liðfeløgum, áskoðarum og øllum øðrum, ið eru partur av Víkingi. Tað verður saknur í tykkum.” - GÉZA #15
Tað er við blandaðum kenslum at vit siga lítla Geza farvæl, men sum felag eru vit stolt av at selja enn ein leikara til útlandið.
Vit takka Geza fyri tíðina og ynskja honum allarbestu eydnu í Onglandi. Eisini vænta vit at hann veit, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, skuldi hann vent heim aftur at spælt einaferð.
##med2##