Grind í Hvannasundi: Ørindaleys onga atgongd

- Loyvt er ikki óviðkomandi at koma inn á grindaøkið, sum er ein fjórðing í radius og ein fjórðing upp í loftrúmið, sigur løgreglan.

Tíðliga í morgun er ein grind funnin út fyri Viðvík, og sambært løgregluni verður grindin í hesi løtu rikin inn á Hvannasund.

 

Sum skilst, er talan helst um eina hampiliga stóra grind.

 

Sýslumaðurin hevur sett grindøkið at vera ein fjórðing í ein radius úr økinum, har grindin verður hildin til.

 

- Hetta merkir, sigur løgreglan, at óviðkomandi, sum einki hava við økið ella grindadrápið at gera, skulu halda seg burtur úr økinum.

 

Vaktleiðarin sigur, at sjálvt økið, har grindin verður hildin til, eisini er avmerkt við bandi, og her hava óviðkomandi onga atgongd.

 

- Loyvt er ikki óviðkomandi at koma inn á grindaøkið, sum er ein fjórðing í ein radius og ein fjórðing upp í loftrúmið verður lagt aftrat.

 

At grindaøkið ikki bert er á landjørðini, men eisini fevnir um himmalin oman fyri, er fyri at halda møguligum dronum burtur.