Nú klokkan 09.30 í morgun verður grind hildin til í Hvannasundi.
Tað sigur sýslumaðurin í Norðoyggjum sambært løgregluni, sum hevur borið miðlunum boðini fyri løtu síðan.
- Sýslumaðurin sigur, at hann hevur lýst grindaøkið, har grindin verður hildin til, at vera ein fjórðing í allar ættar.
Hetta merkir, at eisini loftrúmið yvirgrindaøkinum verður roknað sum grindaøki í Hvannasundi.
Meira verður helst at frætta seinni um grindina, sum nú verður hildin til í Hvannasundi.
Løgreglan veit eisini at siga, at hetta er grindin, sum varð funnin á Árnafirði seint í gjár og sum hevur verið goymd í nátt.