44 ára gamli Magne Hoseth er settur sum hjálparvenjari hjá Kristiansund BK. Eftir at hava verið venjari hjá KÍ, Lyngby og B36, er fryntligi norðmaðurin aftur í at finna í fótbóltsheiminum.
Magne Hoseth var settur í samband við starvið sum venjari hjá Molde. Tað er felagið har hann hevði flestar dystir og endaði við at spæla móti teimum sum venjari hjá KÍ i Evropa í 2023. Tað var eftir tað kappingarárið, at danska Lyngby BK keypti Magna Hoseth, men sendi hann á dyr bara 50 dagar seinni.
Í seinnu hálvu í fjør var hann venjari hjá B36. Sermerkt er, at hann nú verður hjálparvenjari í felagnum, sum hevur føroyska spælaran Aron Benjaminsen. 17 ára gamli vongurin skifti til norskan fótbólt í fjør.