– Umhugsið hvønn tit lata kettling til!
Soleiðis skriva tey úr Kettuverndini í einari áheitan á Facebook.
– Nú løðurnar byrja at ganga í illum, vilja vit gjarna heita á fólk at veruliga hugsa seg um, hvønn tey lata kettling til. Vit fáa nógvar húskettur og kettlingar í ansing, tí fólk, ið hava fingið sær kettu, kortini ikki orka kettuna ella eru før fyri at taka sær av henni, skrivar Kettuverndin.
– Vit fegnast sjálvandi um, at tey venda seg til okkum í staðin fyri at avlíva hana, men hetta er ein stór byrða hjá okkum at taka kettur í ansing, tí vit vanta bæði ansingarfólk og pening at gjalda fyri útreiðslurnar í samband við ansing. Ein kann væl vera djóravinur og kortini ikki egnaður at ansa eftir djórum. Har eru mangar orsøkir, ið gera eitt heimalív óstøðugt og óhóskandi til kettu.
Kettuverndin hevur hesi viðmæli til tey, ið lata kettlingar:
(1) Spyr personin, ið biður um kettlingin, um hvussu nógvar kettur tey hava átt síðani tey fyltu 18 ár, og hvat er hent við hvørjari einstakari kettu
(2) Kanna á Facebook, um persónurin ofta søkir nýggj djór
(3) Spyr fólkini rundanum tykkum, um tey kennast við persónin, og hvussu tey fara við djórum sínum.
Kettuverndin er eitt felag, sum virkar fyri, at kettur í Føroyum fáa eina virðiliga viðferð. Felagið arbeiðir serliga fyri at bøta um livikorini hjá heimleysum kettum við at fanga, gelda, sjúkraviðgera, og chipmerkja útiløgukettu áðrenn ættleiðing ella leyslatan.