Lættari at vera barnafamilja

Øll skulu hava javnbjóðis møguleikar at virka og liva í kommununi, og vit hava sett okkum fyri, at geva barnafamiljum størri fíggjarligt rásarúm. Tí lækka vit vøggustovugjaldið 300 krónur um mánaðin.

Tey flestu hava merkt, at pengarnar strekkja til minni, og tá árið byrjaði, hækkaðu stovnsgjøldini eisini. Foreldragjaldið verður ásett av einum føstum prosentsatsi av, hvat tað kostar at reka dagstovnarnar í kommununi, og eisini tað er dýrkað. Vøggustovugjaldið er tað hægsta, og tí er tað gjaldið í krónum hækkað mest. Heldur enn at leggja størri fíggjarliga byrðu á familjurnar, vilja vit lækka vøggustovugjaldið, so pengarnar heldur kunnu brúkast í familjuni. 

Ítøkiliga vilja vit lækka gjaldið úr 27 prosentum niður í 25 prosent fyri vøggustovupláss. Hetta er fyrsta broyting av hesum slag í mong ár. Ein lætti í gjaldinum fyri fyrstu ferð í longri tíð er ein liður í at lætta um hjá barnafamiljunum, men vit hava eisini sett okkum fyri at eftirhyggja gjaldið og gera størri broytingar. 

Tað skal vera spennandi og mennandi at vera barn í kommununi og ikki minst, meðan tey eru á stovni. Tað er umráðandi, at vælskikkað starvsfólk, sum hava stundir og umstøður, eru um børnini í gerandisdegnum. Tí verður eisini arbeitt væl og virðiliga við at betra um námsfrøðiliga tilboðið í vøggustovum og barnagørðum, soleiðis at bæði børn og starvsfólk fara at støðast betur, samstundis sum vøggustovugjaldið lækkar.

Tí í Tórshavnar kommunu skulu allar barnafamiljur hava javnbjóðis møguleika fyri góðum og mennandi dagsstovnaplássi uttan mun til fíggjarligt rásarúm.

 

 

 

Elsa Berg, borgarstjóri