Hava funnið líkið av iranska forsetanum

Sambært Reyða Hálvmána í Iran er líkið av Raisi forseta funnið í dag, og leitingin er endað.

Eftir tíðindini um flogvanlukkuna stríddu bjargingarlið seg í gjár fram til vanlukkustaðið. Sambært almennu iransku tíðindastovuni Irna vóru 40 bjargingarlið á veg á staðið. Í morgu varð líkið av forsetanum funnið. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Iranski forsetin, Ebrahim Raisi, og landsins uttanríkisráðharri Hossein Amir-Abdollahian eru deyðir í tyrluvanlukku í fjallaøki nærindis markinum til Aserbajdsjan í í gjár.

Vanlukkan hevur loypt hvøkk á í Iran, har landsins ovasti átrúnaðarligi leiðari, Ali Khamenei, hevur lýst fimm daga landasorg.

Hetta vita vit um vanlukkuna higartil:

* Hvør var umborð?

Ebrahim Raisi og Hossein Amir Abdollahian, uttanríkisráðharri, vóru millum ferðafólkini í tyrluni, sum datt niður.

Har var eisini guvernørurin í iranska landspartinum Eystur-Aserbajdsjan eins og ein høgur imamur úr býnum Tabriz, aðrir embætismenn og lívverjar.

Tilsamans vóru níggju fólk við tyrluni sambært ríkisstýrdum iranskum miðlum.

Eftir boðini um vanlukkuna stríddu bjargingarlið seg í gjár at koma fram til vanlukkustaðið.

Sambært almennu iransku tíðindastovuni Irna vóru 40 bjargingarlið á veg á staðið, og har vórðu brúkt bæði hundar og dronur.

Í morgun upplýsti Reyði Hálvmáni í Iran, at øll líkini vóru funnin.

* Hvar hendi vanlukkan?

Vanlukkan hendi í einum fjallalendi í náttúrøkinum Dizmar nærindis býin Varzaghan sambært Irna.

Vanlukkustaðið liggur í einum ill framkomandi øki nær markinum til Nakhitjevan í grannalandinum Aserbajdsjan.

Forsetin í og fylgi hansara var á veg aftur til landsins høvuðsstað, Teheran, frá eini vitjan við markið til Aserbajdsjan. Her flugu tey inn í tjúkkan mjørka.

Fyrstu boðini, sum komu umleið klokkan 14 okkara tíð í gjár, søgdu, at tyrlan hevði havt eina »harða lending«.

Tyrlan hjá forsetanum var partur av einum fylgi við trimum tyrlum.

Sambært ríkisfjølmiðlum vísa myndir av staðnum, at amerikanskt framleidd Bell 212 tyrlan rakti ein fjallatind.

Tað eru enn eingi almenn boð komin um orsøkina til vanlukkuna.

Ebrahim Raisi gjørdist 63 ára gamal. hann varð valdur til forseta í 2021.

 

##med2##

* Hvat hendir nú?

Eftir kreppufundin í morgun boðaði iranska stjórnin frá, at hon fer at halda fram við arbeiðinum »uttan steðg«.

Varaforsetin Mohammad Mokhber tekur yvir fyribils eftir Raisi.

Hann hevur nú uppgávuna at skipa eitt nýtt forsetaval innan 50 dagar.

Deyði forsetans fer tó ikki at ávirka politisku skipanina ella støðufesti, verður sagt frá fleiri keldum.

Keldur: AFP, NTB og Reuters.

/ritzau/

 

Eftir tíðindini um flogvanlukkuna stríddu bjargingarlið seg í gjár fram til vanlukkustaðið. Sambært almennu iransku tíðindastovuni Irna vóru 40 bjargingarlið á veg á staðið. Í morgu varð líkið av forsetanum funnið. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Tíðindini um deyða forsetans hava rakt iranska fólki. Her lesur ein kvinna eitt bað við eini forsíðusøgu um flogvanlukkuna í eini kiosk í høvuðsstaðnum Teheran. - Foto: Atta Kenare/Ritzau Scanpix