Hava ikki tikið støðu til Vestmannatunnil

Landsstýrið hevur ikki tikið støðu til, um tunnil skal gerast til Vestmanna

Tað ger Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum greitt í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Grími Sundstein, sum hevur havt sæti á tingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin.

Grímur Sundstein spurdi landsstýrismannin soleiðis:

1. Nær verður væntandi farið undir at bora tunnil til Vestmanna?

2. Hevur landsstýrismaðurin saman við landsstýrinum gjørt nakra endaliga raðfesting av, hvørjir tunlar skulu gerast næst?

3. Fer arbeiðið at fyrireika og prosjektera tunnil til Vestmanna at halda fram komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til Vestmannatunnilin fyri 2025 og frameftir?

Í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at landsstýrið enn ikki hevur tikið endaliga støðu til, um ein tunnil yvirhvøur skal gerast til Vestmanna.

– Farleiðin til Vestmanna er sum heild góð, men tað kann vera trupult at koyra á vetri fyri hálku og vindi, serliga á Høgareyni. Umstøðurnar eru tó ikki øðrvísi enn á øðrum fjallavegum kring landið.

– Landsverk røkir vetrarhaldið væl. Vegirnir verða saltaðir regluliga, og kavi verður grivin nakrar dagar um árið. Av og á verður rátt frá at koyra vegna veður. Tað kemur fyri, at Vestmannavegurin verður stongdur, eins og aðrir fjallavegir, sigur landsstýrismaðurin.

– Landsstýrið hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvørt ein tunnil skal gerast til Vestmanna. Tó hevur játtan verið sett av til at kanna, hvørjar loysnir kundu verið, sigur Dennis Holm.

Hann vísir á, at í høvuðsheitum hevur verið arbeitt við tveimum ymiskum tunnilsloysnum, har onnur loysnin er ein tunnil úr Kvívík til Vestmanna, sum er 4,2 kilometrar langur. Hin loysnin er ein tunnil úr Leynum til Vestmanna, sum er 6,2 kilometrar langur. Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar í hesum sambandi.

– Landsverk hevur samskift við Kvívíkar kommunu og Vestmanna kommunu um linjuføringarnar, og nakrar tillagingar verða gjørdar. Ein tunnil millum Kvívík og Vestmanna verður mettur til at kosta umleið 650 mió. kr. við 40% váðaískoyti. Ein tunnil millum Leynar og Vestmanna verður mettur til at kosta umleið 950 mió. kr., við einum váðaískoyti uppá 40%, sigur landsstýrismaðurin.

Í svari til spurning 2 vísir Dennis Holm á, at viðvíkjandi íløguætlanini verður árligi játtanarkarmurin 600 mió. kr. næstu árini, og tí hevur verið neyðugt at raðfest. Innan íløgur í til dømis alla vegagerð (vegir, tunlar og brýr), sum Landsverk fyrisitur, lækka játtanirnar frá 329 mió. kr. í 2024, til 73,6 mió. kr. í 2025 eftir fíggjarlógaruppskotinum. Síðani verður játtanin til vegagerð 61,4 mió. kr. í 2026 og 80,4 mió. kr. í 2027.

 

##med2##

– Íløguætlanin verður dagførd javnan, og tí ber ikki til at tosa um nakra endaliga raðfesting innan tunnilsgerð. Neyðugt er við breiðum, politiskum semjum um, hvørjar íløgur skulu gerast í infrakervið komandi árini, sigur hann.

Í svari til spurning 3 sigur lansdsstyrismaðurin soleiðis:

– Sum tilskilað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er skotið upp at fara undir at gera Vestmannatunnilin, tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur. Tá eigur Vestmannatunnilin at vera liðugt fyrireikaður og prosjekteraður, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í svarinum til Grím Sundstein.

 

 

Ein tunnil úr Kvívík til Vestmanna kostar sambært metingum 650 milliónir krónur. Ein tunnil úr Leynum til Vestmanna er mettur til 950 milliónir krónur