Hava lopið á kommandustøð langt inni í Russlandi

Russiski fregnartænastuleiðarin, Sergej Narysjkin, sigur, at royndir hjá Nato at leggja til rættis ukrainsk rakettálop í Russlandi fara ikki ósektað aftur við borðinum

Ukrainska fregnartænastan veit í morgun at siga, at ukrainski herurin hevur lopið á eina russiska kommandostøð í Belgorod-økinum í Russlandi.

 

Kommandostøðin liggur í býnum, Gubkin, 168 kilometrar úr markinum millum Ukraina og Russland.

 

Útsagnirnar úr Ukraina koma longu dagin eftir, at ukrainski herurin brúkti amerikanskar ATACMS-rakettir at raka russisk mál.

 

Í ukrainska álopinum á Belgorod verður einki sagt um, nær álopið hevur verið, og higartil er heldur ikki sagt nakað um, hvørji vápn ukrainar brúktu í álopinum.

 

Á russiskari síðu sigur fregnartænastuleiðarin, Sergej Narysjkin, at royndir hjá Nato at leggja til rættis ukrainsk rakettálop í Russlandi fara ikki ósektað aftur við borðinum.

 

Hetta veit statsriknað russiska tíðindastovan, Ria, at siga í morgun, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Ukrainsku álopini við ATACMS-rakettum komu stutt eftir, at amerikanski forsetin, Joe Biden, gav Ukraina grønt ljós at brúka amerikansk vápn eftir málum í Russlandi.