HB av Vágseiði sum av torvheiði

1. DEILD: Við heimasigri lyfti FC Suðuroy seg í dag fram á heiðursmerkjapláss

Mynd: FC Suðuroy

Fótbóltslagið er gott á Vágseiði. Í dag vann FC Suðuroy 2-1 heimasigur ímóti HB. Sigurin ber við sær, at FC Suðuroy nú hevur stig og er á triðja plássi. Tað eru tvey stig fram til B71, sum er næstfremst. B71 hevur spælt átta dystir, og FC Suðuroy hevur spælt sjey dystir. Áttandi dysturin hjá FC Suðuroy verður hósdagin, tá ið dysturin í fjórða umfari á útivølli ímóti NSÍ, sum varð avblástur vegna veður, verður spældur.

 

Í dag var tað Salmundur Bech, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði heimaliðið á odda við fínum heilfluktara eftir upplegg úr høgru frá Pæturi Augustinussen.

 

Sjey minuttir eftir steðgin økti heimaliðið um leiðsluna til 2-0. Salmundur Bech átti framleggingina úr høgru, og tað var Fríði Holm, sum sneiddi framvið Rasmusi Nilsson í HB málinum, áðrenn hann trillaði bóltin inn um strikuna.

 

Heimaverjan við Valerian Iobashvili á odda tóktist hava gott tak á tí. Men tíggju minuttir eftir 2-0 málið svaraði HB aftur. Málskjútti til 2-1 var Djóni Samuelsen, sum við sending eitt sindur úr høgru varð spældur leysur mitt fyri og setti bóltin framvið málverjanum. Hetta var fyrsta málið hjá 17 ára gamla Djóna Samuelsen í næstbestu deildini.

 

Á dómaraseðlinum kundi tað sæð út til, at havnarmenn hava havt ilt við at fáa nóg mikið av fólki við úr høvuðsstaðnum og suður á Vágseið. Eingin HB spælari var á beinkinum.

 

Um eina viku fer FC Suðuroy til Klaksvíkar, og annan sunnudag verður neyðugt hjá HB aftur at manna lið at fara um Suðuroyarfjørð við. Tá verður mótstøðuliðið TB í Trongisvági. HB er næstaftast við tveimum stigum.

 

Mynd: FC Suðuroy