Ógvisligu príshækkingarnar á matvørum og brednnievni hava rakt tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga rættuliga hart.
Umframt at prísurin á matvørum og brednnievni hækkar nógv, so fer rentan nú eisini upp.
-Hetta rakar húsarhaldini, og tí fer landsstýrið at leggja fram uppskot um at hjálpa sperdum húskjum, so at tey, ið eru ringast fyri fíggjarliga, kunnu fáa upp til 7000 krónur, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni.