Hjartaliga takk!

Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á kommunuvalinum greiddi atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum – ikki minst tykkum, ið atkvøddu fyri mær persónliga. Eisini vil eg ynskja øllum hinum – nývald eins væl og afturvald – hjartaliga til lukku. Vit fara við góðum treysti og áræði undir næstu fýra árini í góðum samstarvi við Tjóðveldi og Borgaralistan, og mál okkara er – enn sum áður – at gera alt tað besta fyri Havnina og Tórshavnar kommunu. Ein serlig tøkk til okkara valevni, nevnd og onnur fyri eldhuga og ágrýtni at bera okkara boðskap út millum fólk dagarnar undan valinum.

 

 

 

Vinarliga

 

Heðin Mortensen